Hasfjord røkir aftur nólsoyarsiglingina

Í dag røkir Hasfjord aftur ferðafólkasiglingina millum Havnina og Nólsoy.

 

Strandferðslan boðar frá, at Hasfjord fór aftur í sigling í gjárkvøldið, og at skipið røkir siglingina sambæråt ferðaætlan á leiðini í dag.

Hasfjord var fyri óhappi í gjár, tá ein slanga brast, og skipið mátti sleipast til lands.

Hasfjord varð sett í sigling um Nólsoyarfjørð, tí nýggja ferjan Erla Kongsdóttir var fyri óhappi fríggjamorgunin, tá tveir stórir rútar brotnaðu. Ferjan hevur verið tikin úr sigling síðani fyri at kanna, hví skaðin hendi.

Erla Kongsdóttir varð sett í sigling fyri Jósup, sum aftur røkti siglingina fyri Ternuna, sum er farin á beding til klassingar.

Ternan kemur ikki aftur í sigling fyrr enn eftir ársskiftið.