TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum háskúlastjórin Annfinnur Heinesen hevði at siga í samrøðu við Trónd Arge aftaná stórsteypadystin millum Víking og B36, sum Víkingur vann 1-0.
Áskoðararnir til dystin o.o. fólk lótu samanlagt 50.000 krónur, sum koma á eitt ógvuliga turt stað hjá Føroya Fólkaháskúla, sum hevur ein gamlan bygning, sum treingir til nógvar ábøtur.
Annfinnur Heinesen er sera takksamur fyri átakið hjá Lion´s Føroyum og Fótbóltssambandi Føroya at skipað verður fyri einum stórsteypadysti, har innkomni peningurin fer til góð endamál, og hann er glaður um, at í ár fall luturin á Føroya Fólkaháskúla at fáa eina stórfingna gávu.