Hassjpípa sløddist í barnagarði

Spæliplássið hjá Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík er ótespilig sjón mánamorgnar

 

Klaksvík: Tá starvsfólkini í Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík koma til arbeiðis mánamorgnar, vita tey, hvør fyrsta uppgávan á degnum er.

Tey mugu út á spæliplássið fyri at kanna, um nakað er har, sum kann verða til vanda fyri børnini.

Og vanligt er, at starvsfólkini mugu rudda hópin av fløskubrotum og óruddi av vegnum, áðrenn tey næstan 100 børnini í barnagarðinum sleppa út at spæla. Fyri viku síðani funnu starvsfólkini í barnagarinum eina heimagjørda hassjpípu, sum sløddist á spæliplássinum.

? Vit eru ógvuliga hørm um støðuna, men vit fáa lítið annað gjørt, enn at heita á ungdómin, um at lata verða við at fara so illa um spæliplássið hjá okkum, sigur Marjun Michaelsen, sum er leiðari í barnagarðinum.


Einki dansistað

Barnagarðurin liggur við fótbóltsvøllin, og har í umráðnum eru eisini onnur støð, sum líða undir einum óumhugsnum ungdómi.

Nýggja skýlið hjá klaksvíkingum verður illa óruddað, alment toilett í umráðnum hevur fleiri ferðir verið fyri herverki, og svimjihøllin hevur fingið ein umgang av grafitti.

? Tað ber illa til at seta vaktarfólk at ansa eftir ungdóminum, men støðan er ómetaliga keðilig, sigur Marjun Michaelsen.

? Tað kann vera, at hendan støðan hongur saman við, at ungdómurin ikki longur hevur nakað dansistað at halda til í, sigur hon.

Borgarstjórin í Klaksvík hevur boðað frá, at ætlanin er at gera eitt átak mótvegis ungdóminum í Klaksvík, fyri at fáa hann at fara betri um almennu støðini í býnum.