Í kvøld hevur finalan í íslendska Grand Prixnum verið. Kristina Bærendsen luttók við sanginum "Mama Said", og framførslan riggaði sera væl við blunkandi ljósunum.
Tá avtornaði komu Fríðrik Ómar og bólkurin Hatari víðari í finaluna. Jógvan Hansen var við í bólkinum hjá Fríðriki Ómar. Hesi skuldu syngja einaferð aftrat, og her skuldu íslendingar atkvøða enn einaferð millum finalistarnar báðar.
Síðani varð talt upp á nýggjum, og tá var greitt, at Hatari høvdu vunnið. Hatari vóru nakrir ordans punkarar, sum spældi elektroniskt dámdan róligan metalrokk, og teir sungu sangin "Hatrið mun sigra". Hatari skal tískil umboða Ísland í Eurovision í Tel Aviv í apríl.
Her sæst framførslan hjá Hatari til finaluna:
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/m9VWSF_WuIk" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>