Hatesphere gera bart í konsert ummælum

Danski bólkurin, Hatesphere, sum verður at hoyra á G! festivalinum seinni í ár, er í hesum døgum á konsertferð í sambandi við spildurnýggju útgávuna “Serpent Smiles and Killer Eyes”.

Konsertirnar og harða arbeiðið sæst nú aftur í imponerandi konsertavrikum. Ummælarar lata sera væl at, og lovorðini frá fleiri teirra eru samsvarandi. Ró verður uppundir, at Hatesphere kunnu standa frammanfyri einum möguligum altjóða gjögnumbroti. Bæði ummælarar frá Gaffa og B.T. hava ummælt nýggju fløguna hjá Hatesphere, og í báðum førum hevur fløgan fingið fimm av seks møguligum stjørnum.