- Hatta er langt úti

Oddmar Andreasen, sum dømdi dystin í Klaksvík, er bangin um trygdini hjá dómarum í framtíðini

- Hatta er langt úti. Soleiðis ljóðaði fyrsta viðmerkingin frá Oddmari Andreasen, sum var dómari í dystinum í Klaksvík, har annar av linjuverjunum varð sligin í hálvleikinum.

- Hann heldur, at ein bót upp á 10.000 kr. als ikki hevur nakran sum helst týdning í hesum sambandi. Til samanberingar nevnir hann, at tað eitt nú kostar einar 2-3.000. kr. at taka eitt piltalið úr kappingini.


Steðgar fyribils

Spurdir um hvørt dómarabólkurin ætlar sær at taka nøkur stig í hesum sambandi, sigur Oddmar, at hann sjálvandi ætlar sær at biðja um ein fund við dómarafelagið sum skjótas, og at hann fram til nærri greiða er fingin á málinum, hevur biðið seg undan at døma nakran dyst..

- Tá FSF eftir mínum tykki ikki tekur málið í nóg stórum álvara, mugu vit vita, um vit í samráð við dómarafelagið kunnu gera nakað, tí hetta snýr seg um trygdina hjá dómarunum undir dysti, sigur Oddmar, og vísur samstundis á, at tað í fleiri dystum er komið fyri, at fløskur og annað verður tveitt eftir dómarunum, uttan at hetta fær nakrar sum helst avleiðingar fyri felagið.

Víðari sigur hann, at hann eisini ber ótta fyri, at hetta kann skapa split í dómarafelagið, um so er, at ikki allir dómarar eru samdir í málinunm, sum eftir hansara tykki er rættuliga prinsipielt.

? Hetta vildi sjálvandi verið ein óheppin støða, tí eitt brot í felagnum vildi sjálvandi viðført, at felagið í framtíðini stendur nógv veikari, men eg vil ikki á nakran hátt standa model til slíka viðgerð av málinum.


Varð átalaður

At enda nevnir Oddmar, at hann fyri einum tveimum árum síðani var fyri liknandi tilburði í Gøtu. - Ta ferðina fekk eg eitt spark á skinnabeinið, og varð eisini skumpaður. Eftir dystin tosaðu fólk frá GÍ tó við meg, og eg fekk eisini eina umbering fyri atburðin hjá áskoðarunum, og hetta sissaði meg somikið nógv, at eg ikki sendi nakra frágreiðing til FSF.

Tá fekk eg eitt hvassliga orðað skriv frá FSF, tí eg ikki hevði givið frágreiðing um tilburðin, tí FSF var av teirri áskoðan, at hetta skuldi revsast, men er revsingin ikki meira enn tann, sum nú er givin KÍ, kann alt at kalla vera tað sama, sigur Oddmar Andreasen at enda.starv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.