Hattin av fyri LÍV!

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
--------

Hvussu hava vit ikki í áravís tosað uppísamanaftur um fjølbroyttar og alternativar bústaðarmøguleikar, lutaíbúðir og leiguíbúðir?
Nú hevur LÍV sett trumfin á og leggur kapital á borðið.
Ongin ivi er um, at nógv standa klár at taka av, bæði fólk at fáa sær bústað á henda lagaliga og spennandi hátt, eins og handverkarar at smíða. Og eg veit um fleiri kommunur og feløg, sum bert bíða eftir at kunna sleppa ígongd. At byggja m.a. til ungdóm, til alternativar eldraíbúðir, til støk og til ungar familjur, til fólk við serligum tørvi, osv.
Men nú er landsstýrið forðingin - vit mangla neyðugu lógarkarmarnar, sum landsstýrið skal skapa.
Undirritaði legði lógaruppskotini um vanligar og serstakar lutaíbúðir, eins og um vardar íbúðir, fyri løgtingið á heystið 2007. Eftir góða móttøku komu tey tíverri ikki úr Trivnaðarnevndini, áðrenn val varð útskrivað, og duttu tí burtur.
Enn eru tey ikki komin aftur á tingborð. Tað er bæði undrunarvert og hugstoytandi.
Nú hevur LÍV so yvirhálað politiska myndugleikan. Tað skumpar undir at fáa lógaruppskotini framaftur.