Rógvi Jacobsen skoraði trý mál, tá Hødd í gjár spældi venjingardyst. Dysturin var móti Hareid, sum spælir í triðju bestu norsku deildini. Og tað gekk bara mikið væl hjá Rógva og liðfeløgunum. Hødd vann dystin ikki minni enn 8-0, og føroyski áleyparin gjørdi altso trý av málunum.