Hava aftur rikið heimleys úr tómum húsum

Aftur í gjár varð løgreglan boðsend at fáa fólk úr tómum bygningum í miðbýnum í Havn

Og aftur var talan um bygningarnar hjá Húsavarðatænastuni, sum skulu takast niður, og íbúðir byggjast á staðnum. Í gjár vóru heimleys farin inn í gamla Sjúkrakassabygningin. Løgreglan fór á staðið og fekk tey útaftur. Eigarin fekk síðani boð um at byrgja fyri soleiðis, at fólk ikki sleppa inn í bygningin. 

Bygningarnir, sum hoyrdu til gamla bakaríið hjá Frants Restorff, standa tómir. Og kjallarahæddin í gamla Sjúkrakassanum stendur eisini tóm. Fleiri ferðir í seinastuni hava heimleys leitað sær inn í hesar bygningar.