- Teir privatu partaeigararnir í Atlantsflogi, hava alla orsøk til at føla seg snýttar.
Tað staðfestir Bjarni Djurholm.
Hann var landsstýrismaður í vinnumálum í 2007, tá ið ein triðingur av Atlantsflogi var einskildur.
- Hevði eg vitað, at hetta bleiv støðan, hevði eg aldrin góðtikið, at ein partur av Atlantsflogi varð einskildur yvirhøvur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
66%
Bjarni Djurholm sigur, at tá ið politiski vilji tók seg upp at einskilja almennar fyritøkur, varð mett, at tað var hóskandi at byrja við Atlantsflogi, tí talan var um eina rættiliga einfalda einskiljing.
- Samstundis ivaðust vit ikki í, at einskildu vit Atlantsflog, hevði tað ment felagið munandi og sostatt hevði tað givið føroyingum heilt aðrar og betri møguleikar at ferðast.
Hinvegin løgdu vit stóran dent á, at tað var altavgerðandi, at Atlantsflog áltíð fór at verða eitt felag, sum er skrástt í Føroyum, sum hevur høvuðsstøð í Føroyar við øllum, tað førir við sær, sum hevur føroyskar veitarar og sum í høvuðsheitum hevur føroysk starvsfólk.
Tí var ætlanin at einskilja 66% av partabrøvunum og samstundis skuldi landsstýrið altíð eiga 34% av partabrøvunum eftir.
- Hava vit 34% av partabrøvunum eftir, er tað nóg mikið eftir partafelagslógini til at blokera fyri viðtøkubroytingum, og at forða fyri, at avgerðir verða tiknar, sum ganga ímóti áhugamálunum hjá almennu Føroyum, eitt nú um at flyta høvuðssætið uttanlands.
Hinvegin var ikki politiskur vilji til at einskilja tveir triðingar í einum.
Men tað var heldur ongin ivi um, at politiska ætlanin var, at tveir triðingar av Atlantsflogi skuldu einskiljast.
- Grundin til, at vit ikki settu beinleiðis í lógina, at ein triðingur skuldi seljast beinanvegin, og ein triðingur skuldi seljast seinni, var, at lógartekniskt bar tað ikki til.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at tað var eitt politiskt lyfti frá øllum flokkum at tveir triðingar av Atlantsflogi skuldi einskiljast.
- Tað lyfti helt eg meg til, men ístaðin fyri at skriva tað í sjálva lógina, tí tað bar ikki til, varð tað ístaðin útpenslað í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum Løgtingið samtykti.
Har varð skrivað svart á hvítum, at ein triðingurin skuldi seljast tá og at ein triðingur skuldi seljast seinni.
Bjarni Djurholm sigur, at av tí sama sendi hann virðisbrævamarknaðinum eitt ætlanarskriv, har hann greiddi frá politisku ætlanini at selja tveir triðingar av Atlantsflogi.
Samstundis varð kallað saman til stóran, kunnandi fund í Norðurlandahúsinum um einskiljingina.
- Har varð eisini greitt og týðiliga greitt frá, at fyrra stigið er at ein triðingur verður einskildur nú, og annað stigið er, at at ein triðingur afturat skuldi einskiljast seinni.
Bjarni Djurholm vísir eisini á, at í prospektinum, sum varð sent áhugaðum íleggjarum, stendur somuleiðis, at ætlanin er at selja ein triðing nú og ein triðing afturat seinni.
Tí er Bjarni Djurholm sannførdur um, at privatu íleggjararnir, sum keyptu partabrøv í Atlantsflogi, hava alla orsøk til at føla seg drignar upp á tráð.
- Teir hava keypt partabrøv fyri einar 90 milliónir, men síðani leyp landsstýrið frá sínum lyfti og avleiðingin av tí er, at partabrøvini eru ikki verd meiri enn helvtina nú.
Sostatt hevur politiska lyftisbrotið kosta privatu íleggjarunum einar 40-45 milliónir krónur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Meiningsleyst
Bjarni Djurholm heldur, at tað er meiningsleyst bara at einskilja ein triðing av Atlantsflogi.
Hevði tað verið politiski viljin, at bara ein triðingur skuldi einskiljast, hevði onki verðið einskilt yvirhøvur.
Hann sigur, at tvørtur ímóti sá landsstýrið fyri sær, at vanligir, privatir íleggjarar skuldi fáa ein triðing til keyps.
- Men síðani sóu vit fyri okkum, at okkurt flogfelag eisini keypti ein triðing av felagnum, tað hevði givið Atlantsflogi stórar fyrimunir.
Bjarni Djurholm sigur, at har hevði Atlantsflog fingið atgongd til eitt nógv størri rutunet og fleiri flogfør.
Hann sigur, at tey vóru kunnað um, at flogfelag høvdu áhugað fyri at keypa ein triðing av føroyska flogfelagnum, so tað var eitt, hann sá stórar møguleikar í.
- Høvdu vit gingið plankan út og hevði eitt flogfelag keypt ein triðing av Atlantsflogi, hevði tað økt munandi um møguleikarnar hjá Atlantsflogi at ment felagið og økt um flúgvingina.
LES EISINI GREININA: Stór skomm
LES EISINI GREININA: Íleggjarar missa álitið á Føroyum