Tann 28. august fær norðurkoreanski høvuðsstaðurin Pyongyang ein ógvuliga sjáldsaman gest, tá suðurkoreanski forsetin, Roh Moo-hyun kemur hagar at tosa við norðurkoreanska starvsbróðurin, Kim Jong-il. Eitt er, at Roh ongantíð hevur verið har fyrr, men hetta er samstundis fyrstu ferð í sjey ár og aðru ferð yvirhøvur, at ein suðurkoreanskur forseti vitjar grannalandið fyri norðan.
Tað var tann almenna norðurkoreanska tíðindastovaqn KCNA, sum bar tíðindini um tann avtalaða fundin, og í Suðurkorea vísti sjónvarpið myndir av teimum báðum forsetunum.
Upprunaliga var ætlanin, at Kim Jong-il skuldi koma til Suðurkorea at vitja. Tá hann fyri sjey árum síðani hitti táverandi suðurkoreanska forsetan, Kim Dae-jung, í Norðurkorea, lovaði Kim jong-il, at næstu ferð skuldi hann fara til Suðurkorea. Men embætismenn siga, at av trygdarávum verður eisini hesin fundurin í Pyongyang. Eitt annað er, at norðurkoreanski forsetin er sera sjáldan uttanlands, og fer hann av landinum, ferðast hann bara við toki.
Formliga eru tey bæði koreonsku londini framvegis í kríggi við hvørt annað, men ein talsmaður hjá suðurkoreonsku stjórnini sigur, at endamálið við fundinum í Pyongyang er at lyfta viðurskiftini millum tey bæði londini upp á eitt hægri stig.
Eygleiðarar í Suðurkorea halda, at tað er Roh Moo-hyun, sum hevur fingið fundin í lag fyri at bøta um sítt umdømi, áðrenn hann fer frá. Hansara forsetaskeið fer at styttast nú, og hann er ikki serliga væl umtóktur millum suðurkoreanar, sigur CNN.