Hava bíðað í 15 dagar eftir triðju FM-finaluni (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas H. Hanusarson hjá H71

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1 hondbóltsprátið sum var í SportBoxini seinnapartin.

 

Allarfyrsta prátin segði Sjúrður H. Hoydal nøkur orð um spennandi EM-undankappingardystin millum Føroyar og Ukraina, har summi halda, at Sjúrður var ov kritiskur móti griksku dómarunum.

 

Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsreportari hjá FM1 prátaði eisini við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 um FM-finalurnar sum verða um páskirnar. Teis og Niklas gleða seg at koma í gongd aftur aftaná ein steðg uppá 15 dagar í FM-finalunum

 

Skírisdag verður triðja FM-finalan millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini. Dysturin byrjar klokkan 19. 2. páskadag verður fjórða, og møguliga seinasta FM-finalan spæld í høllini á Hálsi í Havn, somuleiðis klokkan 19.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá FM-finalunum millum H71 og Neistan á FM1.