Klaksvíkar kommuna og byggifyritøkan Kanjon undirskrivaðu í vikuni eina avtalu um byggingina av nýggju rennibreytina í býnum. Sambært avtaluni skal rennibreytin vera liðug í 2019.
Fyri Ítróttarfelagið Treysti, felagið fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum, koma boðini væl við. Tí við rennibreytini fær felagið loksins góðar umstøður til sítt virksemi.
- Hetta hevur stóran týdning fyri okkum í Treystinum. Sum nú er hava vit einki stað at vera, men renna úti á vegnum. Hetta fer at geva okkum eitt stórt lyft. Serliga vænta vit, at tað fer at síggjast aftur í ungdómsarbeiðinum hjá okkum, sigur Andreas Josephsen, formaður í Treystinum.
Sum nú er, so hava íðkararnir hjá felagnum antin runni úti á vegnum ella hevur verið koyrt til Toftir, tá vant hevur verið til kappingar. Slíkt krevur nógv av fólkunum í felagnum, ið hava bíðað fleiri ár eftir betri umstøðum í Norðoyggjum.
- Tað er upp á tíðina, at vit fáa eina breyt í Klaksvík. Vit hava bíðað eftir hesum í fleiri ár. Tað er eisini gott við fleiri breytum kring landið, um vit ynskja at skipa fyri fleiri kappingum í Føroyum, sigur Andreas Josephsen.