Fagnaðurin var ovurstórur, tá KÍ loksins hevði vunnið ein dyst í Vodafone-deildini. Og Jan Andreasen var skjótur at staðfesta, at sigurin var kærkomin.
- Hetta var ótrúliga deiligt. Vit hava jú bíðað eftir hesum sigrinum í alt ár, men hvørj ferð eru marginalarnir koppaðir skeiva vegin. Men í dag fullu teir so til okkum, og tað var fantastiskt.
Hvussu hevur trýstið verið á tykkum hesar seinastu mongu vikurnar?
- Tað hevur sjálvandi verið stórt. Í gerandisdegnum fært tú skotið í skógvarnar »nær fara tit at vinna«. Tað er eitt trýst, sum tú støðugt er undir.
Og hava tú og Jákup Mikkelsen havt eina eyka ábyrgd í so máta, nú tit eru elstir?
- Tað hava vit sjálvandi roynt, men kanska hava vit ikki gjørt tað heilt so væl, sum vit burdu. Men teir ungu menninir hava verið ótrúliga góðir til at tackla mótgongdina.
Og longu mikukvøldið hava tit aftur týðandi dyst, tá tit spæla móti ÍF. Hvussu síggja tit upp á ta uppgávuna?
- Tað skulu vit sjálvandi vinna. Nú veit eg ikki, hvussu støðan er á Toftum, men fyri okkum er hetta í øllum førum ein dystur, sum skal vinnast, sigur Jan Andreasen.