Hava betri rættindi enn tey kanska hugsa um

Avlamisbilar kunnu parkerast allastaðni, og kunnu standa longri enn tíðaravmarkingin annars loyvir

Seinastu dagarnar hava vit varpað ljós á trupulleikan, tey ið koyra avlamisbil, hava, tí at parkeringsplássini, sum eru markað til avlamisbilar, ikki verða vird.

Tey siga, at tað kemur meiri enn so fyri, at bilar, sum ikki eru avlamisbilar, standa á parkeringsplássunum, og so sleppa tey ikki av við sín bil.

 

Men í roynd og veru hava tey, sum koyra avlamisbil nógv betri treytir, enn tey kanska geva sær far um.

 

Tey, sum hava avlamisbil hava nevniliga rætt til at seta bilin á øll parkeringspláss. Avbjóðingin kann sjálvandi vera, at tað er ikki so gott pláss rundan um parkeringspláss til vanligar bilar, at tað kann vera ein trupulleiki hjá fólki í koyristóli at sleppa úr bilinum, og í hann aftur.

 

Og løgreglan sigur, at í roynd og veru eru tíðaravmarkirnar á parkeringsplássum væl longri fyri avlamisbilar enn fyri aðrar bilar.

 

Har ongin parkering er, men har bara av- og áskipan er loyvd, ella har tað annars er parkeringsforboð, kunnu avlamisbilar standa ótarnaðir í ein hálvan tíma. Men tað er eisini ein treyt, at tað er loyvt at koyra í gøtuni í ørindum.

 

Har tíðaravmarkað parkering er í 15 minuttir, ella í 30 minuttir, kunnu avlamisbilar standa í ein tíma. Og har tíðaravmarkað parkering er í ein tíma, ella longri, kunnu avlamisbilar standa í óavmarkaða tíð.

 

Men løgreglan leggur afturat, at parkeringsskivan skal undir øllum umstøðum altíð setast rætt. Men á einum parkeringsplássi, sum er markað til avlamisbilar, og har parkering er tíðaravmarkað, skal tann tíðarfreistin haldast.

 

Sum støðan er nú, eru einir 250 avlamisbilar í Føroyum.