Av tí at bert helmingurin av mótmælisskrivinum frá kirkjufólki í Fuglafirði, Gøtu og Elduvík kom við í blaðið í gjár, endurprenta vit mótmælisskrivið í fullari longd í dag:
Peter O. K. Olofson varð kallaður, og vígdur av Eivind Vilhelm bispi í Fuglafjarðar kirkju 18. juni 1989. Við hesa gudstænastu varð biðið m.a. soleiðis:
»Almægtige, evige Gud, vor Herres Jesu Kristi Fader! Vi beder dig, at du vil give os trofaste, fromme forkyndere og lærere af dit ord, og ved din Helligånd bevare dem, som du giver os, i den fromme forkyndere og lærere af dit ord, og ved din Helligånd bevare dem, som du giver os, i den rette og sunde lære, dygtiggøre dem til frimodigt at forkynde Jesu Kristi Evangelium og gendrive al falsk lære, og til i et helligt og ulasteligt levned at ære deres tjeneste, for at din menighed hos os må bevares og opbygges på den eneste sande grundvold, Jesus Kristus, din enbårne Søn, som med dig lever og regerer i Helligånds enhed, een sand Gud fra evighed og til evighed!«
Vit eru takksom fyri at hava fingið ein prest, sum heldur seg til ta evangelisk-luthersku læruna, sum er tann læran, kirkjan stendur fyri.
Fuglafjarðar prestagjald hevur í dag ein prest, sum vísir sera stóra ábyrgd fyri sínum prestagjaldi. Hann talar Guðs orð klárt og reint, og kennir tað sum sítt kall at vegleiða kirkjuliðið.
Tað skapar álit og tryggleika fyri okkum, sum hoyra til Fuglafjarðar prestagjald, at hava ein prest, sum í síni samvitsku er bundin til tað prestalyfti, hann hevur givið, og at hava álit á, at tað ið hann boðar, er í samsvar við Guðs orð.
Tí er tað óskiljandi, at tygum, Føroya biskupur, hava tikið Peter O. K. Olofson prest av ræði í fýra førum, har hann, út frá síni samvitsku og prestalyfti kendi seg noyddan til at nokta:
1. Tá ið ein kvinnuligur prestur fekk loyvi frá bispi at halda ta regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1991.
2. At dómprósturin fekk loyvi frá bispi at halda ta regluligu guðstænastuna í Elduvíkar kirkju í 1995.
3. At biskupurin gav loyvi til, at tað skuldi verða lisið út lestrarbókini »Lívið spratt av kærleiksrót« 1996 í Elduvíkar kirkju.
4. At ein kvinnuligur prestur fekk loyvi at prædika við tað regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1998.
Slíkt kann virka til at klovningur kemur í kirkjuliðið.
Tygum Hans J. Joensen biskupur, eru av tí »Evangelisk-Luthersku kirkjuni« valdur at vera hirði hjá seyðunum.
Í samband við bispavígslu tygara vórðu Guðs orð lisin upp, sum tygum lovaðu at halda, í starvinum, sum tygum vórðu settur til.
Harvið hvílir ein ómetaliga stór ábyrgd á tygum.
Vit rokna við, at tygum læra og ganga fram eftir Guðs orði og halda fast um tænastuna, sum varð litin tygum til í Evangelisk Luthersku kirkju okkara, av Guði og monnum.
Sum hirða yvir kirkjuliðunum er tygum álagt at rættleiða og áminna prestarnar um at tala Guðs orð klárt, í samsvar við skriftina.
Við sorg mugu vit ásanna, at hetta hava tygum ikki gjørt.
Til dømis geva tygum lestrarbókini »Lívið spratt av kærleiksrót« tygara besta viðmæli. Og tygum geva loyvi til, at hon verður lisin í kirkjum okkara, hóast at mangt í henni als ikki er í samsvar við Guðs orð, men beint fram niðurbrótandi.
Hetta er sera álvarsamt, tí tað máar støðið undan tí kirstnu trúnni og læruni, sum tygum eru settur til at vakja yvir og verja.
Í lestrinum hjá Marjun Bæk til »Boðanardag Mariu« skrivar hon Guðsspottandi um føðing Jesu Krists, beint ímóti tí, sum skrivað stendur. Hetta, sum er grundstøðið undir kristnu trúgv og læru okkara.
Tað er ófatiligt, at ein slíkur prestur skal fáa loyvi at virka í kirkju okkara uttan nakra átalu, so at hon ótarnað heldur áfram við síni ranglæru og harvið leiðir menniskju út í myrkrið og æviga glatan.
Tey seinastu nærum tíggju árini, hava vit í Fuglafjarðar prestagjaldi, havt ein bíbliutrúgvan prest, Peter O. K. Olofson, sum vit takka Guði fyri.
Hetta átti at glett tygum sum hirða.
Tvørturímóti, hevur tað víst seg, at tygum hava mótarbeitt honum í virki hansara út frá Guðs orði.
Peter O. K. Olofson er valdur at vera okkara prestur og vilja vit, at tygum virða tað, at prestur okkara hevur ábyrgd av, hvør ið skal prædika við kirkjuliðsins regluligu gudstænastur og hvørjar lestrarbøkur verða lisnar í okkara prestagjaldi, sjálvsagt í samsvar við Guðs orð.
Vit síggja fram til, at tygum vátta hetta yvir fyri okkara presti skjótast gjørligt, soleiðis at Peter O. K. Olofson prestur kann halda áfram í tænastuni, sum hann er kallaður til.
Í Dimmalætting 15.12-98 skriva tygum Føroya biskupur Hans J. Joensen undir »viðmerkingar« svar til Peter O. K. Olofson prest, vit citera: »men kann hann ikki annað, er bara eitt at gera, og tað er at fylgja sínum egnu ráðum og melda seg inn í eina kirkju, har reglurnar samsvara hansara sannføring« citat endað.
Spurningur okkara til tygum er so, skal so kirkjufólkið, sum hevur somu sannføring út frá Guðs orði sum Peter O. K. Olofson prestur, gera tað sama?
Vit mugu ásanna, at vit hava biðið ov lítið fyri tygum og tí embæti, sum tygum er litið til.
Má Guð signa tygum, at gera tað sum rætt er, í samsvar við skriftina, t.v.s. alla Bíbliuna sum er Guðs orð.
Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.
1. Pæt. 4,11
Gøta, tann 13.1.1999
Missiónsringurin og sjómanskvinnuarbeiðið S.K.A. í Gøtu