Slætta sjógv
Mentamálastýrið hevur nú biðið um umbering fyri atburðin hjá Torbirni Jacobsen, tá ið hann var landsstýrismaður.
Tað var á tí tiltikna fundinum ímillum Torbjørn Jacobsen og Vestmanna Skúla, at landsstýrismaðurin vísti slíkan atburð, at Mentamálastýrið heldur at tað sømir seg at biðja um umbering.
Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Lærarafelagnum, sigur, at tað var nú ein dagin herfyri, at Mentamálastýrið kallaði Lærarafelagið til fundar.
? Á tí fundinum vóiru øll tey ovastu embætisfólkini, sum høvdu við fólkaskúlan at gera. Og á tí fundinum fingu vit eina formliga umbering fyri atburðin hjá Torbirni Jacobsen á fundinum við leiðsluna í Vestmanna Skúla.
Nú eru fólk ójøvn á málið um, hvat hendi á fundinum. Men tað er í øllum førum greitt, at orðadrátturin var ógvuliga harðligur og har lá leikluturin hjá landsstýrismanninum ikki eftir.
? Tá ið vit fingu umberingina, boðaðu embætisfólkini í Mentamálastýrinum frá, at ætlanin var ongantíð, at fundurin skuldi ganga, sum hann gekk. Tey søgdu eisini, at tey fegin vildu slætta sjógvin aftur og royna at fáa betri samstarv við skúlarnar kring landið.
Hendan umberingin er síðani kunngjørd øllum limunum í Lærarafelagnum umvegis álitisfólkini.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at í næstum verður ein fundur afturat ímillum leiðsluna í Vestmanna Skúla, Mentamálastýrið og umborð fyri Lærarafelagið.
Hon sigur, at tað var ikki so nógv Føroya Lærarafelag, sum hevur brúk fyri eini umbering. Mentamálastýrið skuldi heldur biðið leiðsluna og álitisfólkið í Vestmanna Skúla um umbering og tað vænta vit eisini, at hon fær á fundinum, sum verður við Mentamnálastýrið.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at eftir handan vanlukkuliga fundin ímillum Vestmanna Skúla og Mentamálastýrið, er tað gjørt av, at Lærarafelagið skal altíð vera við, tá ið skúlafólk fara á fund við Mentamálastýrið.
?Eftir tað, sum hendi á fundinum imillum Vestmanna Skúla og Mentamálastýrið, fara vit ikki aftur at senda skúlafólk einsamøll á fund við Mentamálastýrið, í hvussu so er ikki fyribils, sigur hon.
Men so leggur hon afturat, at hon er vís í, at nakað tílíkt fer aldrin nakrantíð at vera teimum fyri aftur.