Hava bíðað í 35 ár - enn er einki avgjørt

Í fleiri ár hevur tað verið átrokandi at gera arbeiðið liðugt, men nú kunnu tey halda 35 hátíðarhald fyri eini ólidnari verkætlan

Nú er spurningurin um byrgingina í Haraldssundi reist í Løgtinginum – fyri níggjundi ferð hesi seinastu árini.  Byrgingin í Haraldssundi varð gjørd í 1986, men hon er ongantíð gjørd liðug, so nú í ár kunnu tey halda 35 ára hátíðarhald fyri eini ólidnari verkætlan.

 

Hesa ferð er tað Eyðgunn Samuelsen, løgtingsvinna fyri Javnaðarflokkin, sum reisir málið og í hesum sambandi spyr hon Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, nær ætlaniner at gera hana. Hon spyr eisini um ætlanin er um at brúka grót úr tunlunum Norður um Fjall at gera byrgingina við, tí tað heldur hon, kundi verið ein loysn.

 

 

 

Fótatraðk í Løgtinginum

 

Byrgingin um Haraldssund er eitt av teimum málum, sum hava verið brúkt til fótatraðk í Løgtinginum hesi seinastu árini. Hetta er minst níggjuni ferð síðani 2006, at málið er reist í Løgtinginum.

 

Og síðani 2008 hevur Landsverk mælt til, at arbeiðið verður gjørt, men politikararnir hava ongantíð sett pengar av til tað.

 

Longu í 2006 reisti Jógvan við Keldu, tingmaður fyri Fólkaflokkin, málið fyri Bjarna Djurholm, sum var landsstýrismaður, og Heini O. Heinesen, sum var tingmaður fyri Tjóðveldi, reisti málið aftur í 2008 fyri Anniku Olsen, sum tá var landsstýriskvina.

 

Tá upplýsti hon, at arbeiðið at gera projektið til nýggju byrgingina fór at vera liðugt sama ár.

 

Talan var um ein tveybreytaðan veg við einari breyt til súkklur og fólk til gongu. Harafturat tverða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað ein metur fyri at verja ímóti sjóroki. 

 

Nýggi vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein nattúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini fer at liggja sum ein bogi, ið bindur vegirnar á báðum síðum saman, og mett varð at tað kostar góðar 30 milliónir.

 

Sí myndina niðan fyri

 

##med2##

 

Í 2009, reisti Karsten Hansen, sum var tingmaður fyri Tjóðveldi, málið fyri Anniku Olsen og Síðani reisti Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, tað fyri Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í 2011.

 

Í 2016 reisti Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, málið fyri Henriki Old, landsstýrismanni. Í 2017 reisti Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, aftur málið fyri Henriki Old.

 

Óluva Klettskarð reisti málið aftur í 2018 fyri Heðini Mortensen. Bæði Henrik Old og Heðin Mortensen metti, at tað var umráðandi, at ein loysn fæst á málinum, men tað hendi so einki.

 

 

 

Óneyðugt við tunnilsgróti

 

Seinast reisti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, málið fyri Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fjør.

 

Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur lýst verkætlanina í samferðsluætlanini frá 2018 til 2030 og har verður mælt til, at at arbeiðið verður gjørt í 2027, men at politisk støða var ikki tikin til tað.

 

Hinvegin segði hann eisini, at tað er ikki neyðugt at brúka grót úr tunlinum til endamálið, tí ætlaniner at endurnýta grótið úr byrgingini. Tað er bara nakað av stórum gróti, sum skal brúkast, og tað fæst ikki úr tunlinum. Tað er bara um tað verður neyðugt at hækka byrgingina, at tað verður neyðugt við gróti úr tunlinum, men talan er ikki um nevniverdar nøgdir.

 

Og nú skal Jørgen Niclasen, so aftur greiða frá, hvussu málið liggur.