Hava bíðað í fleiri ár – men nú verður tað

Nú skulu øll hava tryggjaðan rætt til endurvenjng eftir sjúku ella óhapp

 

Nú skulu øll hava ein lógartryggjaðan rætt til at fáa endurvenjing aftaná sjúku ella óhapp.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Í næstum fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um endurvenjing og gongst sum ætlað, verður tað lagt fram um ein mánað.

Endurvenjing er eitt mál, sjúklingafeløg, starvsbólkar í heilsuverkinum og fólk sum heild, hava bíðað eftir í fleiri ár, ikki minst tey, sum varða av fólki, sum hava fingið heilaskaða eftir heilabløðing og blóðtøppi.

Endamálið er at lógin skal koma í gildi á nýggjárinum, men Karsten Hansen sigur, at tað veldst alt um, hvussu langa tíð, løgtingið brúkar um at avgreiða málið.

Men fyri hann hevur tað størst týdning, at lógin kemur nú, um hon so kemur í gildi á nýggjárinum, ella seinni í árinum, kanska 1. apríl.

 

Karsten Hansen ásannar, at tørvurin á endurvenjing er at kalla óavmarkaður.

Men hann sigur, at nú er ætlanin at byrja á teimum økjum, sum hava við heilsuverkið at gera.

Tað merkir, at tey, sum hava verið í sambandi við Heilsuverkið, og sum hava brúk fyri endurvenjing, skulu hava rætt til tað.

Endamálið við endurvenjingini er at gera fólk, sum hava verið rakt av sjúku ella óhappi so frægt sjálvbjargin og arbeiðsfør aftur, sum tilber.

Karsten Hansen, at ætlanin er at seta tvær milliónir krónur av til endamálið næsta ár, men tað kemur so afturat tí, sum frammanundan verður brúkt til økið

 

Hann sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at bøta umstøðurnar teimum trimum sjúkrahúsunum at endurvenja fólk, fyrst og fremst við betri manningum.

Men ein loysn skal eisini finnast fyri, hvussu fólk á plássum, har einki sjúkrahús er, kunnu fáa endurvenjing.

Men landsstýrismaðurin sær fyri sær, at hetta er bara byrjanin og at endurvenjingin fer at verða ment so hvørt.

- Tað, vit nú gera, er at seta sjøtul á og at fáa rættin tryggjaðan, sigur landsstýrismaðurin.