Skal tað kosta at bróta beinið ella skal tað vera ókeypis at bróta tenninar. Tað er ein spurningur, samgongan skal taka støðu til. Tað er nú meiri enn eitt ár síðani, at samgongan lovaði at lækka skattin hjá lægru inntøkunum og í tí sambandinum skuldi eitt listi gerast við hugskotum um, hvussu tað kundi gerast. Men hetta er samstundis eisini tað síðsta nakar hoyrdi um hendan skattalættan til tær lægru inntøkurnar.
Á politiska fundinum á fólkafundinum í Runavík seinasta vikuskiftið, varð sóknast eftir, hvat varð av nýggju skattaskipanini, sum samgongan boðaði frá fyri meiri enn einum ári síðani, og sum skuldi veita lægru inntøkum skattalætta.
Helgi Abrahamsen, Jákup Mikkelsen, og Jenis av Rana, sum allir eru í samgongu, eru samdir um, at arbeiðið er ikki komið so langt áleiðis. Men tað er eisini at kalla tað einasta, teir eru samdir um á hesum øki.
Helgi Abrahamsen sigur, at útreiðslurnar hjá landskassanum eru ikki hækkaðar nakað serligt seinastu 15 árini. Men inntøkurnar eru lækkaðar, eitt nú tí skattalætti er latin. Tí er stórt hall á fíggjarlógini og sostatt er tað mest umráðandi at útvegs landskassanum fleiri inntøkur. Fyri at útvega landskassanum fleiri inntøkur, hevur verið tosað um at áleggja fiskivinnuni størri tilfeingisgjald.
Men Jákup Mikkelsen staðfestir, at Fólkaflokkurin noktar fyri at áleggja fleiri avgjøld og hægri skattir. Hinvegin staðfestir hann, at tað verður neyðugt at hugsa øðrvísi. - Vit eiga at vera varin við brúkaragjaldi, men vit mugu ikki vera bangin fyri at endurskoða tær skipanir vit hava, so at býtið verður javnari. Hann heldur, at tað er órímiligt, at tað skal vera ógvuliga kostnaðarmikið hjá fólki at bróta tenninar, men at bróta beinið kostar einki. Men hann fekst ikki at siga akkurát, hvat hann meinti við, um tað skuldi vera ókeypis at bróta tenninar, ella um tað skuldi krevjast brúkaragjald fyri at bróta beinið. Hann heldur, at vit eiga at gera skipanina rímiligari, sum hann sigur. Jenis av Rana heldur seg vita, hví einki er hent. - Tað er tí, at ætlanin er at áleggja fleiri brúkaragjøld. Men tað verður ikki við hesari samgonguni, ger hann púra greitt.
|