Hava bjartar vónir um hetta næsta árið

Tað er eingin vandi á ferð og tey eru væl fyri at taka ímóti einum ordiligum lúsingi

Stjórin í Als, Magni á Deild Olsen, hevur bjartar vónir um hetta næsta árið. Tað segði hann í tíðindunum á FM1. Á Arbeiðsloysisskipanini hava tey gjørt støðuna upp, og sum vit skrivaðu í gjár, høvdu tey eitt avlop upp á góðar 37 miliónir - hóast tey høvdu eina útreiðslu upp á 128,5 milliónir í sambandi við tann fyrsta koronu-hjálparpakkan hjá landsstýrinum.

 

Magni á Deild Olsen sigur, at sum støðan er nú stendur ikki á hjá Arbeiðsloysisskipanini at klára seg, tí inngjald og útgjald er roknað soleiðis út, at er arbeiðsloysið undir fýra prosent, kemur meiri inn enn tað fer út í arbeiðsloysisstuðuli, men fer arbeiðsloysið upp um fýra prosent, verða útgjøldini hægri enn inngjøldini.

 

Í løtuni er arbeiðsloysið ikki meiri enn eitt gott prosent. Samstundis er arbeiðsloysið alsamt minkað hesar seinastu mánaðirnar og tað er framvegis stórur tørvur á arbeiðsmegi, so stjórin í Als væntar ikki, at arbeiðsloysið fer at veksa nakað nevnivert tað, sum eftir er av árinum.

 

Í løtuni hevur Als eina ogn 980 milliónir og sostatt eru tey væl bjálvað at taka ímóti einum ordiligum lúsingi. Magni á Deild Olsen sigur, at sum støðan er nú, er Als nóg sterkt til at taka ímóti einum arbeiðsloysi upp á heili átta prosent í eini fimm – seks ár á rað. Og so høgt hevur arbeiðsloysið ikki verið seinastu 25 árini, ella mitt í nítiárunum.

 

Samstundis er umsitingin í Als alsamt minkað og talið á starvsfólki er minkað í takt við, at arbeiðsloysið er minkað. Nú eru rakstrarútreiðslurnar hjá Als tær somu sum tær vóru í 1995 og tað eru tey nøgd við, sigur stjórin.