Hava blást horn í 80 ár

Sunnudagin verður hornkonsert í nýggju hølunum hjá Frelsunarherinum, nú hornorkestrið hjá føroysku deildini hjá herinum hevur verið virkið í 80 ár

Konsertin verður sunnudagin klokkan 18, og eisini verður manskór úr Ebenezer, sum Eli Smith hevur leiðsluna av, at hoyra hetta kvøldið.

 

Frelsunarherurin byrjaði virksemi í Havn í 1924 og longu 9 ár seinni, í 1933, varð hornorkestrið stovnað.  Í gerðabókini hjá orkestrinum sæst, at virksemið byrjaði nakað frammanundan, men at formlig stovningarsamtykt er skrivað tann 23. oktober 1933. 

 

Dagligur leiðari fyri hornorkestrinum er Finngerð Djurhuus Olsen, sum hevur havt leiðsluna um hendi síðan 1992, tá hon tók við eftir Kalla Olsen. Orkestrið telur í dag 18 spælarar, sum eru millum 13 og 70 ár. Drúgvastu blásararnir hava spælt við orkestrinum í meira enn 50 ár.

 

Í tíðindaskrivi sigur Frelsunarherurin, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.