Tað gongur framá við at spreingja tunnilin, ið skal knýta Skálafjørðin og Streymoynna nærri hvørjum øðrum. Higartil hevur tunnilsliðið sprongt eitt sindur meira enn tveir og ein hálvan kilometur. Tað skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.
Í farnu viku eydnaðist tað at spreingja 70 metrar á Hvítanesi, meðan liðið á Strondum sprongdi 61 metrar í sama tíðarskeiði. Tað gevur tilsamans 131 metrar.
Upplýst verður eisini, at tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -37,5 metrar, meðan tunnilin á Strondum er komin niður á -63 metrar. Har tunnilin er djúpastur, er hann á -187 metrum.
Meðan tað hevur gingið betri at bora á Hvítanesi í farnu viku, so er tað kortini á Strondum, at tað er borað longst. Á Strondum 1.1361 metrar, meðan tað á Hvítanesi eru boraðir 1.183 metrar.