Brúkiligur fiskiskapur á svartkalvaveiði

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur, men skipini gera okkurt gott hál av og á.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og fleiri koma inn at landa í næstu viku. Øll skipini fiska upsa.

 

- Fiskiskapurin er smáligur, men skipini gera okkurt gott hál av og á.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir eisini fáa nakað av hjáveiði, mest longu og hýsu. 

 

Í løtuni er ein djúpvatnstrolari á svartkalvaveiði. Teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Ein annar er á beding.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Veðrið verður skiftandi, og tí er ivasamt, nær trolbátarnir fara at loysa.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur smáligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.