Hava einki í móti aliringinum

Heimasandsfólk hava einki í móti, at ein aliringur liggur á vágni. Heldur er tað hinvegin, at tey heilsa honum vælkomnum, sigur borgarstjórin á Sandi

Aliloyvi


Heimasandsfólk óttast ikki, at ein aliringur við lívfiski liggur á Sandsvág. Heldur ynskja tey honum vælkomnum, sigur Tórur Johannesen, borgarstjóri.
Tað eru komin mótmæli í móti, at partafelagið Fútaklettur hevur lagt ein aliring á Sandavág. Tey, sum mótmæla, hava ført fram, at tað fer at skaða umhvørvið á Sandi. Vágna, Sandsvatn og sandin við kendu Mølheyggjunum. Eins og tey ótast fyri, at sjúka møguliga kann fara at gera um seg á økinum.
Eisini verður ført fram, at har, laksaaling er komin, eru tey síl, sum frammanundan hava verið, horvin.
Og júst hendan grundgevingin hevur vigað tungt hjá teimum, sum mótmælt hava alingini á Sandsvág.
Hinvegin hava heimasandsfólk einki petti í móti, at ein aliringur liggur á vágni, sigur Tórur Johannesen, borgarstjóri á Sandi. Heldur er tað so, at tey halda tað vera í lagi.
?Tað eru bara »sóvri«, sum ganga og hugna sær kring Vatnið og sita á einum ølkassa á sandinum og sletta við eini dýrari tráðu, sum mótmæla hesum, var ein reaktión, Sosialurin fekk av Sandi.
Sands Kommuna hevur viðmælt, at ringurin verður lagdur, sigur borgarstjórin. Og kommunan hevur eisini givið Fútakletti eitt fyribilsloyvi at gera eina lívfiskastøð uppi á landi.
Ætlanin var at leggja hana á havnarlagnum Úti í Støð. Men tí vísti kommunan aftur og gav loyvi at byggja hana á ídnaðarøkinum norðan fyri havnarlagið.
Inntak og útlát skulu bæði verða vestureftir, soleiðis at einki samband er millum støðina og havnarlagið yvirhøvur, sigur Tórur Johannesen.
Hann óttast ikki fyri, at útlátið, sum verður veitt vestur um, fer at skaða urðina niðan fyri Gróthúsvatn ella vatnið sjálvt. Tí frárenslið liggur nógv longri suðuri enn so, sigur hann. Kanksa ein heilan kilometur frá urðini.
Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandi, sum er formaður í friðingarnevndini fyri Sandoyar Sýslu, sigur, at til teirra er eingin áheitan ella fyrispurningur komin yvirhøvur. Hann visti einki um aliringin, fyrr enn hann sá hann á vágni.
Sjálvur er hann ikki heilt greiður yvir, um tað er rætt at leggja ein ring soleiðis, uttan at hava spurt lokala friðingarmyndugleikan fyrst. Hann kannar í løtuni tann spurningin, sigur hann.
Heldur ikki hann sigur seg hava frætt nakað sum helst um, at heimasandsfólk eru ímóti, at ringurin er lagdur har.
Tórur Johanensen, biorgarstjóri, sigur hinvegin, at á sjónum hevur hvørki kommuna ella friðingarnevnd nakran ræðisrætt. Tað er Vinnumálaráðið einsamalt, sum ræður har, sigur hann.
Ført hevur verið fram, at tað kann fara at ávirka grindarakstur á Sandsvág, at ein aliringur liggur á vágni.
Til tað sigur sýslumaðurin, at tað kann hugsast, uttan at hann tó vil siga nakað víst. Men hann ásannar, at ringurin liggur í linujni, sum hann tekur til.
Men borgarstjórin óttast ikki fyri tí, tí vágin er sera víð, og gott pláss skuldi verið at rikið báðu megin ringin, heldur hann.