Hans Pauli Strøm luttók á fundinum sum avvarðandi landsstýrismaður.
Hann segði, at eins og vit gera nú, so fara vit eisini at dragast við trupulleikar í 2015, men tá skulu vit vera før fyri at bjóða fólki við autismu ta viðgerð, sum krevst, fyri at eisini á tí økinum skulu vera væl við.
Hann vísti á, at av tí at autisma er eitt fjøltáttað fyribrigdi, finnast ongar einfaldar loysnir, tí fólk eru so ymiskt fyri. Her kann talan vera um bæði tvørrandi umlætting og bústaðir, men eisini sernámsfrøðilig útbúgving og stuðul.
Harafturat helt hann at tað vantaði ein hurð, sum ein kundi banka uppá, tí Almannastovan einki hevur at vísa á. Sum er, hava vit trupulleikar við samskipan millum tey ymsu ráðini og stovnarnar, og helst fer okkum altíð at tørva serkunnleika uttanífrá.
Hans Pauli Strøm nevndi eisini stuðulsskipanina til børn, sum byrjaði 1. januar í ár. Talan er um eina sentrala skipan, har ávísir persónar verða tilknýttir. Endamálið við hesum er at byggja upp ein fakligan førleika, tí fyrr hevur gjósturiní skipanini verið so nógvur, at fakligi førleikin ikki er hevur fingið møguleika at menna seg.
Høvuðsuppgávan verður tí, at leggja dent á ta fakligu menningina innan verandi stovnar og tiltøk.
Í Klaksvík hevur eydnast at byggja eitt sindur av einum tílíkum fakligum umhvørvi upp. Kanska er tað av tilvild, at tað júst er hent har, men møguliga kann hetta umhvørvi mennast til eina vitanarmiðstøð, har til ber at knýta ráðgeving og supervisjón til hetta umhvørvið. Harafturat nevndi landsstýrismaðurin møguleikan fyri at supplera vitanarumhvørvið við serligum fakpersónum, sum kunnu veita supervisjón, og á hendan hátt virka sum ferðandi ráðgevar á økinum.
Hans Pauli Strøm segði, at tørvurin á stovnsplássumog umlætting er stórur, og í seinastuni hevur verið arbeitt við at víðka útboðini í Klaksvík, og á fíggjarlógini 2006 eru 2,6 milliónir játtaðar til økta umlætting í Klaksvík.