Hava eitt serligt jólaynski til tey sum stilla upp til Løgtingið

Tey hava havt sama ynski í fleiri ár tí tey siga, at tað kann bjarga mannlívum

Myndin er frá eini bjargingarroynd

Nú valstríðið upp undir løgtingsvalið hósadagin, er í hæddini, hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd eitt serligt ynski til øll valevnini. Og tað er, at vit fáa eina kaðanevnd, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur við tí endamáli at fyribyrgja at fleiri vanlukkur henda.

 

Ì Ráðnum Fyri Ferðslutrygd siga tey, at tað skal ikki so nógv til og tað einasta, sum krevst, er at tað fær eina politiska raðfesting.

 

At fáa eina skaðanevnd, sum skal kann allar ferðsluvanlukkur, og øll álvarslig ferðsluóhapp, út í æsir, hevur verið eitt hitt fremsta ynski hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í eitt mannaminni og tey minna politikarar á tað at kalla á hvørjum ári. Tað er eisini eitt av tilmælunum í nýggju ferðslutrygdarætlanini.

 

Enn hevur tað kortini ikki vunnið frama, men kanska er ein vón fyri framman. Fyrr í ár, segði Uni Rasmussen, landsstýri at hann heldur, at tað er eitt gott stig at seta eina skaðanevnd, og hann lovaði at seta seg væl inn í málið.

 

Bárður Nielsen, løgmaður er meiri flótandi. Hann svaraði einum fyrispurningi í Løgtinginum soleiðis, at hann umhugsaði at kanna nærri, hvussu stórur tørvur er á eini skaðanevnd, og hvussu eitt tílíkt arbeiðið møguliga kundi verið skipað.

 

Samstundis vísir hann á, at hesi seinastu nógvu árini eru allar álvarsligar ferðsluvanlukkur kannaðar av avvarðandi myndugleikum, sum hava ábyrgd av teimum ymisku økjunum. Tað merkir, at Akstovan kannar bilarnar, løgreglan ger ferðslutekniskar kanningar á vanlukkustaðnum og Landsverk ger metingar av umstøðunum.

 

Hinvegin ásannar Bárður á Steig Nielsen, at ein skaðanevnd kann vera við til at varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví vanlukkur henda.

 

Aðrastaðni hava tey skaðanevndir til ferðsluvanlukkur og álvarslig ferðsluóhapp. Endamálið er at kanna vanlukkur út í æsir fyri at fáa greiði á, hvat var orsøkin. Talan kann bæði vera um menniskjansligar feilir, tekniskir feilir, ella at umstøðurnar á vegnum ikki eru nøktandi.

 

Myndin er frá eini bjargingarroynd