Hesi seinastu 11 árini hevur landskassin fingið góðar 168,7 milliónir í vinningsbýtið frá BankNordik. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið hann upplýsa, hvussu nógv, Landskassin hevur fingið í vinningsbýtið frá BankNordik. Hann vildi eisini hava at vita, um samgongan ætlar at selja sín part í bankanum.
Jørgen Niclasen sigur, at Fíggingargrunnurin, sum er ein grunnur hjá Landinum, eigur ein triðing í BankNordik. Og tey ellivu árini frá 2010 – 2020, hevur landskassin fingið tilsamans 168,724.000 krónur í vinningsbýti frá bankanum. Vinningsbýtið sæst í talvuni niðanfyri.
##med2##
Sum tað sæst í talvuni oman fyri, varð eitt serligt vinningsbýti latið í 2017 og tað var í samband við, at bankin hevði selt dótturfelagið, Vørð, í Íslandi og hevði tikið vinnukundavirksemið í Danmark av.
Jørgen Niclasen sigur, at samgonguflokkarnir eru samdir um at endurskoða ognarlutin hjá Landinum í vinnufyritøkum.
Og í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at tað er ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í best at einskilja fyritøkur ú nøkrum førum, og í øðrum førum er tað best at tryggja, at kappingin ímillum almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn.
– Tá ið samgongan tók við, vórðu tey flestu partafeløgini hjá landinum løgd undir Fíggjarmálaráðið og harumframt er Fíggingargrunnurin eisini undir Fíggjarmálaráðnum.
– Skulu fyritøkur hjá landinum einskiljast, má tað gerast við skili. Ein søla má tryggja besta prísin, og tað má eisini havast í huga, hvør skal keypa fyritøkurnar frá landinum. Somuleiðis má landið taka atlit at marknaðinum, sum fyritøkan virkar í, og um talan er um ein virknan marknað, er monopol.
Jørgen Niclasen sigur, at samgongan arbeiðir við at taka Fíggingargrunnin av, soleiðis at landið verður beinleiðis eigari í BankNordik.
– Landsstýrið hevur ikki tikið støðu, um almnni parturin í bankanum síðani skal seljast. Áðrenn støða verður tikin til tað, verður tað neyðugt at lýsa málið. Fyrst og fremst má greiða fáast á, hvønn týdning tað hevur, um landið eigur í bankanum. Og síðani má greiða fáast á, hvussu útlitini eru fyri at fáa rætta prísin ogm hvussu sølan skal fara fram, sigur Jørgen Niclasen.