Hava fingið nýggjan formann

Eitt 50 ára gamalt felag í Suðurstreymoy, er enn virki

Suðurstreymoyar Útróðrarfelg hevur nú havt  aðalfund, samstundis kundi felagið eisini hátíðarhalda sín 50 ára føðingardag.

Felagið hevur øll hesi árini arbeitt fyri at varðveita og betra um viðurskiftini hjá útróðrinum í Suðurstreymoy - og eisini hevur felagið eisini virka fyri at bøta um viðurskiftini hjá útróðrinum í øllum landinum sum heild.

Útróðrarmenninir fækkast alsamt í tali og í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag vænta tey næstan, at tey eru einasta virkna útróðrarfelag í landinum og tað eru gott og væl 20 limir í felagnum.

Á aðalfundinum varð eisibni nevndarval og nevndin skipaði seg sjálv beint eftir valið.

Mortan Johannesen, sum hevur verið formaður felagsins hesi seinastu 15 árini, bar seg undan afturvali og nú er nevndin soleiðis mannað, at Jógvan Trondesen Andreasen er formaður, Ragnar Hentze er næstformaður, Carl August Arge, er skrivari og Doru Tiberiu á Torvlaðnum er nevndarlimur