Fríggjadagin var hátíðardagur á Vestaru Bryggju í Havn.
Sjóvinnudepilin, sum varð stovnaður í 2006, flutti fríggjadagin í nýggj høli á fjórðu hædd í bygninginum hjá Saltsøluni.
Í nýggju hølunum eru fleiri undirvísingarhøli, matarhøli, og skrivstovu. Í alt er talan um einar 350 fermetrar
Sjóvinnudepilin, kann bjóða 22 ymisk skeið, tey flestu í trygd umborð á skipum og skeiðini geva øll prógv. Harumframt eru eisini onnur skeið á skránni.
Í løtuni starvast seks mans hjá felagnum og teir eru allir gamlir sjómansskúlalærarar, og haraftrat eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar knýttir at felagnum.
Lassi Borðoy, sum er stjóri í felagnum, hevur eisini góða barlast við sær sum stjóri í Atlantic Supply Base í trý ár.
Ætlanin er nú at stíga út í heim við virkseminum og ætlanin er at hava tríggjar mans úti nakrar mánaðir, meðan hinir tríggir arbeiða heima, og so skifta teir um.
Sjóvinnudepilin hevur longu hildið skeið umborð á Strandferðsluskipunum og Norrönu, umframt nøkrum fiskiskipum.
Samstundis sum depilin flytir í nýggj høli, taka teir eisini eina bjargingabátastøð í brúk, hon liggur úti á nýggju keiini á Viðarnesi. Bjargingabátastøðin umfatar tríggjar bjargingabátar og tríggjar davidar.
Eini báturin er innilokaður, og er einasti av sínum slag til venjingar í Føroyum.
Vit fara at fáa fleiri undirvísingarhølir, kantinu og sjálvandi skrivstovu. Í alt er talan um einar 350 fermetrar, sigur Lassi Borðoy.
Hann heldur, at tørvur er á einari slíkari fyritøku, sum Sjóvinnudeplinum. Eini 25% av allari manningini umborð á skipunum hjá Mærsk eru føroyingar, og í øllum danska farmaflotanum eru eini 15-20% av manningunum føroyingar, vísir Lassi Borðoy á.
Hann er tí spentur upp á, hvussu hendan fyrsta royndin at sleppa inn á útlendskar marknaðir fer at hepnast.
- Stóru reiðaríini eru varin at binda seg til smáar fyritøkur, og tí vilja tær fyrst
royna seg fram. Men tað er eyðsæð, at fáa vit eitt stórt reiðarí sum kunda, verður skjótt brúk fyri fleiri starvsfólkum, segði Lassi Borðoy við Sosialin í farnu viku.
Um so verður, væntar hann ikki tað fer at gerast trupult at fáa fólk, serliga við kombineraðu skipanini, har fólk er úti eina tíð og so heima eina tíð.
- Serliga útisiglarar hava hug at fáa eitt slíkt starv, heldur Lassi Borðoy.