Tað hevur eydnast sløkkiliðnum at fingið tamarhald á eldinum, ið kyknaði í einum sethúsum í Geilini í Klaksvík fyrr í kvøld. Tað upplýsir Finn Hansen, leiðari fyri Klaksvíkar sløkkilið fyri Miðlahúsinum.
- Vit hava fingið tamarhald á eldinum, men hann er ikki sløktur enn, sigur Finn Hansen, og upplýsir at sløkkiliðið fer helst at halda eyga við húsinum gjøgnum náttina.
Tað var um átta tíðina, at løgreglan fekk boð um, at eldur var kyknaður í einum sethúsum, og boð vórðu send eftir løgregluni.
Sum Miðlahúsið skilur frá fólkum á staðnum, so stóðst eingin fólkaskaði av eldinum.
Dávur Winther hevur tikið myndirnar.