Hava fingið treytirnar fyri komandi ár at vita

Næsta ár sleppa kommununurnar at byggja fyri góðar 160 milliónir tilsamans

Kommunalar útbygginginar

Næsta ár sleppa kommunurnar í Føroyum at byggja út fyri góðar 160 milliónir krónur.
Tað fingu umboðini fyri tey bæði kommunufeløgini at vita á fundi við Landsstýrið fríggjadagin.
Landsstýrið hevði kallað umboð fyri Kommunufelag Føroya og Kommunusamskipan Føroya á fund fríggjadagin at umrøða tær kommunalu útbyggingarnar komandi ár.
? Talan var um ein kunnandi fund. Og tað, vit fingu at vita var, at næsta ár sleppa kommunurnar at byggja fyri áleið somu upphædd sum í ár, tvs einar 160 milliónir, sigur Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag.
Hvussu nógv, hvør einstøk kommuna kann byggja út fyri, verður avgjørt eftir fólkatalinum í henni.
?Men gera kommunurnar í einum ávísum øki avtalu um útbyggingarnar, so at tær læna kvotu ímillum sín, verður loftið hækkað eitt sindur. Somuleiðis sleppa kommurnar at vekta tað størstu einstøku útbyggingina, so at tað bara telur 50 %.
? Tað merkir, at byggir ein kommuna eitt verklag fyri 10 milliónir, telur tað sostatt bara fimm millíónir av kvotuni hjá kommununi.
Upprunaliga var upp á tal, at tað skuldi bara vera, har ein kommuna byggir havnalagið út, at útbyggingina ikki skuldi telja fult av kvotuni.
? Men tað eru nógvar kommunur, sum ikki hava stórvegis av havnum, men heldur vilja sleppa at byggja skúlan út. Og fyri at allar kommunurnar skuldu vera javntsettar, vildu vit, at tað skuldi ikki bara vera havnaútbyggingar, sum kundi vektast og tað er gingið á møti.
? Sostatt er tað blivið til, at hvør kommuna kann vekta tað størstu útbyggingina hon ger.
Formaðurin í Kommunufelagnum sigur, at tað eru altíð onkrar smávegis broytingar at gera og Landsstýrið skal nú gera eitt skrivligt upplegg, sum so aftur skal leggjast fyri kommunurnar í heyst, eftir summarferiuna.

Heldur samstarv enn lóg
Annars heldur Jacob Vestergaard, at yvirhøvur hava kommunurnar góðtikið, at loft verður sett fyri, hvussu nógv tær kunnu byggja út fyri.
?Tað er viljin hjá Landsstýrinum at so skal vera og tað fáa vit onki gjørt við.
? Og vit vilja heldur samstarva við Landsstýrið um útbyggingarloftið, heldur enn at tað verður ásett við lóg, tí so missa kommurnar alla ávirkan. Men eina avtalu hava vit møguleika at ávirka.
Annars sigur hann, at fyri allarflestu økini í landinum hevur útbyggingarloftið ikki tann stóra týdningin, tí nógvar kommunur eru so illa fyri fíggjarliga, at tær gera ikki tær útbyggingar, tær hava rætt til, eitt nú kommunurnar í Suðuroy og Sandoy.
? Tað eru bara Tórshavnar kommuna og onkrar einstakar kommunur í miðstaðarøkinum, sum renna seg upp undir loftið.
? Men samstundis hava kommunurnar ført fram, at okkurt má gerast við útbyggingarloftið, so hvørt sum fleiri og fleiri øki verða løgd út til kommunurnar at umsita.
? Tað kann ikki verða so, at Landið leggur t.d. eldraøkið út til kommunurnar at umsita, men at útbyggingarloftið aftana verður ein forðing fyri, at eldrasambýli verða bygd.
Jacob Vestergaard sigur, at Landsstýrið hevur váttað, at tað er sinnað at taka tann spurningin upp, so hvørt tað verður ein trupulleiki so at lagt verður upp fyri tí, so hvørt ymisk øki verða løgd út til kommunurnar at umsita.