Leygardagin hevði Javni aðalfund og á tí fundinum fekk felagsskapurin ein nýggjan nevndarlim. Men Javni hevur eisini eina undirnevnd ið kallast Spyr Meg, og tað er nevnd, har fólk við menningartarni sjálvi sleppa til orðanna. Og eisini Spyr meg fekk ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum.
Javni sigur á heimasíðini, at Lea Wolles varð nývald í nevndina fyri Fríðbjørg Hammer. Lea Hammer er kortini ikki ókend í Javna, tí hon hevur verið í økisnevndini fyri Eysturoy.
Í nevndina fyri Spyr Meg varð Hilda Poulsen vald fyri Duritu Strøm, sum ikki tók við afturvali.
Annars hevur aðalfundurin í Javna samtykt, at Spyr Meg skal fáa ein tiltakslim í nevndina fyri Javna.
Í nevndini í Javna eru nú Fía Petersen, Elisabeth Maria Rasmussen, Ása Hansen, Tróndur Vatnhamar og Lea Wolles. Tiltakslimir eru Álvur Hansen og Kristrún Kjærbo.
Í nevndini í Spyr Meg eru Danjal Gram Høgnesen, Hilda Poulsen og Meiken S. Olsen.