Hava fingið nýggjan stjóra

Hann tekur við starvinum 1. februar

Tóri Højgaard er settur nú í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum. Hann er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni, sigur løgmansskrivstovan í eini fráboðan í morgun

 

Hesi seinastu árini hevur hann verið løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann hevur arbeitt nógv við dátuvernd og kunningartøkni.Tóri hevur eisini royndir úr privatu vinnuni og sum miðlafólk og hann tekur við starvinum tann 1. februar.