Hava fingið nýggjan tekniskan leiðara

Eysturkommuna hevur nú fingið nýggjan tekniskan leiðara. Býráðið í Eysturkommuna boðar frá í dag, at tey hava tikið avgerð um at seta Unn Sørinardóttir Perdomo í starvið sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu.

 

Unn Sørinardóttir Perdomo er 51 ára gomul og hon er byggifrøðingur. Umframt hetta hevur hon eisini aðra, viðkomandi útbúgving, umramt skeið.

 

Unn Sørinardóttir Perdomo hevur leiðsluroyndir sum deildarleiðari í Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu og hon hevur eisini drúgvar royndir sum projekterandi byggifrøðingur í fleiri ár.

 

Unn Sørinardóttir Perdomo byrjar í starvinum sum tekniskur leiðari tann 1. mars, sigur Eysturkommuna.