Síðani fyrst í juni til 28. augusti ár, hava føroyingar, norðmenn og russarar fiskað tilsamans 72.952 tons av makreli
Av teimum fiskaðu føroyingar 59.899 tons, íslendingar 2.071 tons og russarar fiskaður 11.982 tons.
- Sostatt hevur veiðan í meðal verið umleið 715 tons fyri dagin.
Tað upplýsur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at Bill Justinussen, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu er vorði við makrelfiskiskapinum og, hvussu gongur við at fiska kvotuna upp á 150.000 tons.
Jacob Vestergaard sigur eisini, at tann 29. august hava tey føroysku uppsjovarvirkini upplýst fyri honum, at tilsamans hava tey tikið ímóti 33.341 tonsum.
- Samráðingarnar fyri fiskiskap næsta ár, eru ikki byrjaðar enn og tískil er enn ongin niðurstøða gjørd um, júst hvørji sjónarmið Føroyar leggja fram.
Hendir tað, at øll kvotan ikki verður fiskað, kunnu mangar orsøkir vera til tess, og fleiri teirra eru ikki viðkomandi fyri, hvørja støðu Føroyar hava til umheimin, staðfestir landsstýrismaðurin.
Hann heldur annars, at tað hevur tydning, at móttøkuorkan stendur í mát við ta nøgd, ið verður fiskað.
- Tí hava Føroyar givið útlendskum móttøkuskipum heimild at taka ímóti makreli í føroyskum øki.
Jacob Vestergaard er heldur ikki samdur í, at avreiðingargjaldið upp á tvær krónur fyri kilo til tey, ið avreiða til móttøkuskipini, hevur ikki stygt tey burtur.
- Útlendsk móttøkuskip eru í føroyskum sjógvi, so ásetingin er neyvan beinleiðis styggjandi, sigur Jacob Vestergaard.