Seint í mikukvøldið fór Løgtingið til húsar í summarfrí.
Hendir einki óvanligt, verður løgtingsfundur ikki aftur fyrrenn á Ólavsøku, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tá ið hann takkaði øllum tingfólkum fyri árið, beyð teimum eitt gott summar og vónaði, at tey øll sóust aftur í øllum góðum á ólavsøku.
Tingsetan varar frá ólavsøku til ólavsøku og sostatt byrjar eitt nýtt tingár á ólavsøku, tingárið 2013.
Hesa tingsetuna, altso síðani á ólavsøku í ár, hevur Løgtingið havt 91 fundir og teir hava vart í tilsamans 503 tímar.
Á hesum tingfundum eru tilsamans 151 mál løgd fyri tingið, umframtr fýra frágreiðingar.
Fýra mál eru tikin aftur og trý mál eru ikki komin aftur út nevndunum og detta tískil burtur.
Somuleiðis hava løgmaður og landsstýrisfólk svarað tilsamans 255 spurningum, 106 skrivligum spurningum og 149 munnligum spurningum.
Eisini nevndirnar hava havt sítt at gera og í hesum sambandi eru Fíggjarnevndin og Vinnunevndin tær báðar nevndirnar, ið hava nógv mest at gera.
Sostatt hevur Fíggjarnevndin havt 39 fundir í hesi tingsetuni og Vinnunevndin hevur havt 34 fundir.
Harumframt hevur Trivnaðarnevndin havt 23 fundir, Rættarnevndin hevur havt 19 fundir, Mentanarnevndin hevur havt 16 fundir, Uttanlandsnevndin hevur havt 12 fundir og Landsstýrismálanevndin hevur havt níggju fundir.