Hava funnið eitt serligt skordýr í Koltri

Seinastu ferð tøðklukka varð staðfest í Føroyum var í 1916

Granskarar á Tjóðsavninum hava staðfest eitt nýtt slag av tøðklukku. Hetta er fyrstu ferð í 105 ár, tí seinast var Trongisvági í 1916, so sigast má, at hetta er nokkso serligt. 

Tjóðsavnið greiðir á heimasíðu síni frá, at fimtan tøðklukkur vórðu savnaðar úr seyðatøðum í Koltri í juni mánað 2019. 

– Nú hevur Agnes-Katharina Kreiling kannað hesar, og hon kom eftir, at hetta ikki var eitt av teimum trimum sløgunum, sum áður eru skrásett í Føroyum. Hetta vísti seg at vera Aphodius borealis, skrivar Tjóðsavnið.

Sostatt eru fýra sløg av tøðklukkum (Aphodiinae) skrásett í Føroyum.

– Aphodius borealis hevur fingið føroyska navnið norðurtøðklukka, sigur Tjóðsavnið.

Hini sløgini eru roðatøðklukka (Aphodius lapponum), koltøðklukka (Aphodius ater) og svávultøðklukka (Aphodius foetidus). Øll fýra sløgini víggja og vaksa í seyða- og neytatøðum, sambært Tjóðsavninum.