Hava funnið lív 27 metrar undir ísinum

Granskarar hava funnið nakrar bakteriur í einum innsjógvi 27 metrar undir ísinum eystarlaga á Antarktis. Bakteriurnar liva undir ekstremum viðurskiftum og hava verið avbyrgdar frá umheiminum í minsta lagi í 2800 ár.

Talan er ikki bara um eina bakteriu, men um eina røð av bakterium, ið eingin trúði kundu liva á slíkum støðum. Tað, sum granskarar hava funnið, hevur soleiðis flutt mørk, tá ræður um umstøður fyri lívi - ikki bara undir ísinum og úti í universinum, men eisini aðrastaðni, har eingin hevði roknað við, at lív var at finna.

Hesar organismurnar verða róptar "ekstremofiler" - ella virus, sum elska tað ekstrema.

Hetta skrivar norska Dagbladet, sum vísir til ymiskar keldur.

Í greinini verður eisini víst til bakteriur og ymiskar mikroorganismur, sum liva ymsastaðni undir rættiliga ekstremum umstøðum.

Mikroorganisman Picrophilus trívist eitt nú í so súrum øki, sum næstan svarar til syruna í einum battaríi. Hinvegin trívist Bacillus Infernus so djúpt niðri í jørðini, har trýstið er 300 ferðir størri enn oman á jørðin.

Aðrar mikroorganismur liva í steini, og uppaftur aðrar krevja ein hita fyri at liva sum er meiri enn 90 stig. Nógvar organismur liva eisini í djúpastu høvum og aðrar í sjónum við heit frárensl, har kemikaliir renna út á sjógv, og har hitin í onkrum føri liggur oman fyri 121 hitastig.