Løgreglan hevur funnið fleiri spor eftir tí, ella teimum, sum brutu inn í svimjihøllina í Havn í nátt.
Tað siga tey á Kanningardeildini hjá løgregluni nú seinnapartin.
Tað var í morgun, at løgreglan fekk boð um, at innbrot hevði verið í svimjihøllina í Havn, har teir óbodnu gestirnir eisini høvdu framt umfatandi herverk. Men innbrotstjóvarnir hava eisini tømt kassan við vekslipengum, men úrtøkan var rættiliga soltin, tí tað vóru bara nakrar fáar krónur í kassanum.
Eitt nú vórðu fleiri rútar brotnir, soleiðis at glaspetti lógu allastaðni.
Tískil kundu tey ikki lata svimjihøllina upp í morgun, sum ætlað, so allir teir morgunfrísku svimjararnir koma á stongdar dyr. Men nú er greitt, at svimjihøllin letur upp aftur sum vanligt í morgun.
Løgreglan varð boðsend og eftir kanningar á staðnum, er tað greitt, at tey standa ikki á berum. Tey siga, at tey hava funnið bæði blóðspor, fótafar og fingramerki. Nú skal alt tað sendast til kanningar, og tað fer at taka eitt sindur av tí.
Men nú verður eisini kannað um samband er ímillum innbrotið í Svimjihøllini og heldur sjáldsama innbrotið, sum eisini var í handlinum hjá Blákrossi í Havn í nátt.
Les eisini: Breyt inn í handil í Havn - at skifta skógvar
Niðanfyri eru fleiri myndir úr Svimjihøllini í morgun