Fótbóltur
Farna vikuskifti hevði HB aðalfund. Tað vil siga, at bæði Havnar Bóltfelag og P/F Havnar Fótbóltur, sum rekur besta mansliðið í felagnum, høvdu boðið limum sínum niðan.
Nevndin víðkað
Birgir Enghamar, sum er formaður í móðurfelagnum, sigur, at talan yvirhøvur var um ein sera siðiligan fund.
- Har vóru eini 90 fólk møtt, og hóast tað talið partvíst komst av, at venjingin var avlýst og at leikarar tí vóru við á fundi, so má tað sigast at vera hampuliga góð uppmøting.
- Okkurt uppskot var um broytingar í bygnaðinum, og hetta varð uttan stórvegis hóvasták samtykt. Í stuttum er broytingin tann, at formaðurin í HB nú eisini er nevndarformaður í partafelagnum, og so eisini, at nevndin nú er víðkað, soleiðis at hon í dag telur seks limir.
Tað merkir so, at Birgir Enghamar er nýggjur nevndarformaður í partafelagnum, meðan Kaj Leo Johannesen, sum áður hevur røkt hendan sessin, nú er vanligur nevndarlimur.
Annars vórðu allir limirnir í nevndunum báðum afturvaldir. Í nevndini fyri HB eru sostatt Birgir Enghamar, formaður, Jan Falkenberg Jensen, varaformaður, Niels Juel Arge, skrivari, Petur Ove Kruse Johannesen, kassameistari, og Finn Ludvig. Tiltakslimir eru Elin Christiansen og Sámal Hansen.
Í P/F Havnar Fótbóltur er nevndin, sum altso er víðkað til seks limur, samansett soleiðis: Birgir Enghamar, formaður, Høgni Mikkelsen, Kaj Leo Johannesen, Niels Christian Nolsøe, Øssur Sørensen og Jan Gaard Joensen.
Raksturin tillagaður
Ein partur ? og tað er kanska hin mest forvitnisligi hjá almenninginum ? av rakstrinum av enum fótbóltsfelag, er sjálvandi fíggjarligi parturin. Og eftir nøkur ár við alt annað enn góðum úrslitum, tykist tað nú soleiðis, at elsta høvuðsstaðarfelagið hevur funnið rætta stevið.
Sjálvur vil formaðurin ikki siga nakað um, hvussu tað hilnaðist einstøku pørtunum av felagnum, men hann sigur tó somikið, at tá alt verður lagt saman, so mól tað væl og virðiliga runt.
- Sum so er tað ikki serliga áhugavert fyri okkum, hvat einstaki parturin av heildini gevur. Vit síggja tað soleiðis, at HB er sett saman av Havnar Bóltfelag, HB-stuðlum, og P/F Havnar Fótbóltur, og samanlagt góvu hesi eitt fitt avlop, uttan at eg fari at seta nøkur tøl á, sigur Birgir.
Undir øllum umstøðum, so merkir hetta, at hóast ítróttarligu avrikini ikki stóðu mát, um hugsað verður um fyrstu deild´í mansfótbólti, so hevur felagið nátt teimum fíggjarligu málum, sum vórðu sett fyri einum ári síðani.
Tá var talan um eitt hampuliga stórt hall, og her í blaðnum endurgóvu vit táverandi nevndarformannin, Kaj Leo Johannesen, fyri at siga, at tað úrslitið var væntandi, men at raksturin í 2001 skuldi tillagast, so talan skuldi gerast um yvirskot.
- Tað er akkurát tað, sum vit hava gjørt. Pengar eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í føroysum fótbólti, og tað hevur kanska tikið sína tíð at finna útav, á hvørjum støði vit kunnu reka hetta forsvarligt, men nú meta vit so, at vit hava funnið rætta leistin til hetta, sigur Birgir Enghamar at enda.