Hava funnið stolnan bil aftur

Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hvat er hent

Bilurin, sum løgreglan eftirlýsti í gjár, er afturfunnin. Tað var sunnunáttina, at ringt varð til løgregluna at boða frá, at ein bilur var stolin, har hann stóð parkeraður í miðbýnum í Havn.

Løgreglan sigur, at ein maður, sum hevði lisið um at bilurin var horvin, gekk seg fram á hann og boðaði løgregluni frá. Løgreglan sigur, at bilurin hevði ongan skaða fingið, men stóð, væl frásettur, á einum parkeringsplássi í Havn.

Løgreglan hevur ikki reiðiliga fingið greiði á, hvat er hent, ella hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á lyklinum, men tey hava kannað bilin, og hava tikið ymsar DNA royndir, sum nú verða sendar til greiningar.