info
Ongi úrslit

Hava funnið fýra pínslurúm í Kherson

Fyri einari viku síðan søgdu ST-granskarar, at hvørki Russland ella Ukraina hava yvirhildið fólkarættarliga forboðið móti píning.

Vilmund Jacobsen
21. november 2022 kl. 13:53

Ukraina hevur eyðmerkt fýra støð í býnum Kherson, har ukrainar vilja vera við, at russar hava pínt fangar.

Herfyri tóku russar seg aftur úr Kherson, har Russland annars hevur havt valdið síðan tíðliga í krígnum.

Ukrainski ríkisadvokaturin sigur, at hesi fýra støðini eru komin undan kavi, síðan Russland tók seg aftur úr Kherson fyrr í hesum mánaðinum.

- Her fór fram ólóglig frælsisfrátøka, og her vórðu fólk illa pínd, siga ukrainar.

Um dagarnar segði ukrainski mannarættindakommiserurin, Dmytro Lubinets, at funnið er fram til mong spor av píning í Kherson.

Fyri einari viku síðan søgdu ST-granskarar, at hvørki Russland ella Ukraina hava yvirhildið fólkarættarliga forboðið móti píning.

- Krigsfangar á báðum síðum hava verið fyri píning, elektrosjokki og eyðmýkjandi viðgerð, meðan teir sambært granskarunum vóru naknir.

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

17 minuttir síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

22 minuttir síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

1 tími síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

1 tími síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skulu Føroyar fáa mat, um kreppa rakar?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel og Vejle leiktu bæði javnt á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

3 tímar síðan