Hava funnið ílegubrek hjá grønlendskum børnum

Í fjør varð ein tvey ára gamal smádrongur fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Læknarnir høvdu illgruna um meningitis, tuberklar ella krabba, men so var ikki.

Ein lið av donskum granskarum hava funnið fram til eitt ílegubrek hjá ávísum grønlendskum børnum. Ílegubrekið, sum ger barnið ógvuliga sárbart mótvegis virussmittu og barnakoppsetingum við livandi virus í, finst eisini millum onnur upprunafólk í Arktis.

 

Kanningar vísa, at eitt av hvørjum 1500 børnum í Grønlandi bera hetta brek, skrivar Politikken, og tað er grønlendska heimasíðan www.sermitsiaq.ag, sum endurgevur danska blaðið.

 

Í fjør varð ein tvey ára gamal smádrongur í Grønlandi fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Læknarnir høvdu illgruna um, at drongurin antin hevði meningitis ella tuberklar. Men, skjótt staðfestu kanningar, at talan var um hvørki av hesum. 

 

- Vit funnu hvørki bakteriu, virus ella snultara sum orsøk, og vit kundu eisini skjótt staðfesta, at smádrongurin heldur ikki hevði krabbasjúku ella nakra sjálvórinssjúku.

 

Barnalæknin og ph.d., Malene Landbo Børresen, sum starvast á Ríkissjúkrahúsinum, sigur, at tey tóku upp samband við danskar serfrøðingar og altjóða netverk í einari roynd at loysa gátuna, hví drongurin var so sjúkur.

 

Hon sigur, at hetta gjørdist byrjanin til eina kanning um møguligt ílegubrek hjá barninum.

 

Niðurstøðan gjørdist, at barnið hevði eitt ílegubrek sum ger, at tað er sárbart mótvegis virus og barnakoppsetingum við livandi virus í. MFR-koppsetingin, sum barnið hevði fingið, hevur livandi virus.

 

Sama ílegubrek er funnið  millum onnur upprunafólk í Arktis, men finst ikki í Danmark ella øðrum evropeiskum londum.

 

Granskarar hava nú valt at kanna 4.600 blóðroyndir hjá grønlendingum. Kanningarnar vísa, at ein av hvørjum 1500 hevur sama ílegubrek, sum umrøddi drongurin hevði. Nú arbeiða granskarar við at fáa atgongd til blóðroyndir frá stakroyndum við føðing, soleiðis at børn, sum hava nevnda ílegubrek, verða funnin. 

 

Granskarar halda tað vera týdningarmikið, at funnið verður fram til tey børn, sum ber hetta brek, soleiðis at tey kunnu verða koppsett móti eitt nú krími og covid-19, tá vanligar virusígerðarsjúkur kunnu fáa deyðiligar avleiðingar fyri hesi børn.

 

- Tað er ikki okkara ætlan at skapa ótta fyri koppsetingum, men heldur, at neyðug gransking á økinum skal tryggja, at børn við nevnda ílegubreki verða funnin og kunnu viðgerast rættstundis, sigur barnalæknin og ph.d., Malene Landbo Børresen.