Hava góðar umstøður og tíð til at hjúkla um vinnulívið

Á Tvøroyri arbeiða tey miðvíst fyri at lokka meiri vinnulív til Suðuroyar. Og tey halda, at tey hava nógv at bjóða vinnulívi framum onnur øki í landinum

Økismenning

? Tað hevur alstóran týdning at fáa meiri virksemi til Suðuroyar.
Tað heldur Jaspur Vang á Tvøroyri.
Hann er nývaldur býráðslimur á Tvøroyri. Og nú býráðið skipaði seg, varð hann eisini valdur til formann í havnanevndini í býráðnum.
Og hann metir, at júst Tvøroyrar Havn kann gerast eitt týðandi virkisøki hjá kommununi í komandu árum.
? Umframt kommunuskattin, er havnalagið einasti inntøkumøguleiki av týdningi hjá kommununi, so eg haldi, at vit eiga at leggja stóran dent á at fáa fleiri inntøkur haðani, sigur hann.
Somu áskoðan hevur eisini býráðið á Tvøroyri, sum nú leggur frá sær.
Pauli Einarsson, sum er næstformaður í havnanevndini, og varðveitir starvið í tí komandi býráðnum, sigur, at í seinastuni hevur býráðið lagt stóran dent á arbeiðið at fáa meiri virksemi til Tvøroyri og til Suðuroyar sum heild.
Sostatt hevur Tvøroyrar Býráð verið í samband við nógv feløg og nógvar fyritøkur, bæði í Føroyum og uttanlands.
Og tað vísir seg at vera rættiligur áhugi fyri at brúka Suðuroynna meiri, eitt nú til eina fríhavn og í næstu framtíð fer tað at vísa seg, um nakað kemur burturúr.
Og tvøramenn halda seg hava góð kort í hondini, tí teir siga, at teir vóru teir fyrstu í Føroyum at søkja um loyvi at gera fríhavn.
? Tað var longu fyri 20 árum síðani mitt í áttatiárunum, at Tvøroyrar Býráð søkti landsstýrið um loyvi til at gera fríhavn. Vit fingu loyvi í 1988. Men vit kundu ikki byrja tá, tí lógargrundarlagið var ikki gjørt, sigur Pauli Einarsson.
Nú eru neyðugu lógairnar smíðaðar. Og nú spurningurin um fríhavn spøkir aftur, heldur hann, at tað vildi verið løgið at lopið tey um, sum fyrst lógu framvið.
Og tað verður í sama sporið, at tað komandi býráð fer at arbeiða.
? Tað verður ofta fýlst á, at Suðuroyggin er so avskorin. Tað er rætt, at hon er ikki í miðstaðarøkinum, Men afturfyri hava vit nógvar fyrimunir at bjóða vinnulívinum, sum miðstaðarøkið ikki hevur, sigur nývaldi formaðurin í havnanevndini, Jaspur Vang.
Hann vísur á, at nú nýggj samferðsluhavn er gjørd á Tvøroyri, er havnin á Drelnesi leys.
Annars hevur olju-útgerðarfelagið Norserv fyrstarætt til havnina á Drelnesi til 200x, men leiðslan í Norserv hevur boðað frá, at kemur umsókn um at brúka økið til annað, vinnuligt endamál, fer hon ikki at leggja seg í vegin fyri tí.
? Annars er ógvuliga stórt lendi framvið havnini á Drelnesi og tað er onki í vegin fyri at haav annað virksemi eisini, skuldi brúk verið fyri økinum til eina oljuvinnu. Yvirhøvur munnu tað vera fá, sum hava so stórt økið við havnaløgini, sum Suðuroyggin hevur. Og so hava vit harafturat góðar firðir, sum eru bæði tryggar og kyrrir.
? So tilsamans hava vit nógv at bjóða vinnulívi. Og tá ið Hovstunnilin er komin um tvey ár, er onki at koyra ímillum Vág og Tvøroyri. Og tá ið nýggi Smyril somuleiðis kemur einaferð næsta ár, fer tað eisini at skapa heilt aðrar møguleikar fyri flutningi til og úr Havnini, enn vit hava nú. Og at enda hava vit eisini tyrlusamband við meginlandið, sigur nýggi formaðurin í Havnanevndini

Lágt kostnaðarstøði
Jaspur Vnag sigur, at skulu vit tosa um tey bleytaru virðini í hesum sambandi, heldur hann, at Suðuroyggin hevur ein heilt stóran fyrimun framum onnur øki í landinum,
Og tað er, at kostnaðarstøðið er væl lægri í Suðuroy enn í miðstaðarøkinum.
? Prísurin á grundstykkjum og prísurin á húsaleigu og húsakeypi, er væl lægri í Suðuroy, enn í miðstaðarøkinum.
? Av øðrum fortreytum kunnu nevnast, at vit hava bæði tollavgreiðslu, løgreglu, sjúkrahús og apotek á Tvøroyri. Í Hvalba er trolvirki. Og í Vági eru stórar frystigoymslur, djúphavn og skipasmiða. Annars eru smiðjur bæði í Vági og á Tvøroyri.
?Alt hetta eru fyritøkur og stovnar, sum eru von at avgreiða skip og sum tískil vita, hvat tað snýr seg um.
? Harafturat er Suðuroy eitt fiskivinnuøki burturav og vit hava sostatt ein langa og drúgva siðvenju í at veita tær tænastur, sum brúk er fyri í hesum sambandi.
Jaspur Vang heldur, at ikki minni týdning hevur tað, at vit hava eisini ein stóra arbeiðsmegi, sum er tøk. Og hetta er arbeiðsmegi, sum í stóran mun er roynd í tí slagi av arbeiði, sum brúk vildi verið fyri.
Og skal frítiðin fáast at ganga, eru tríggjar ítróttarhallir, tveir svimjihylar og fleiri fótbóltsvøllir í Suðuroy, leggur hann afturat.
? Samanumtikið hava vit nógv at bjóða fram. Og vit hava átrokandi tørv á at fáa meiri virksemi í oynna og sostatt eru vit eisini til reiðar at strekkja okkum langt fyri at veita so góða tænastu sum gjørligt, sigur Jaspur Vang.