- Hava givið honum ein kjans

Tað er eitt ár síðani Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki kennir seg bundan at samgonguni, men atkvøður frá máli til mál.

Tað er eitt ár síðani Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki kennir seg bundan at samgonguni, men atkvøður frá máli til mál.

 

Les eisini: Javnaðarfelagið á Tvøroyri: Taka undir við løgmanni 

 

- Vit hava vilji givið honum ein kjans og vita, um hann er loyalur móti samgonguni og tað gekk væl fram til summar. Men síðani tá hevur tað gingið minni væl, og fleiri ferðir áðrenn jól atkvøddi Kristin Michelsen ikki saman við samgonguni, sigur Aksel V. Johannesen við útvarpið.

 

Víðari sigur hann, at hetta hevur sett Javnaðarflokkin og samgonguna í ringa støðu.

 

Les eisini: Aksel blakar Kristin Michelsen úr flokkinum 

 

 

- Vit hava sjálvandi trupult við at gera avtalur við aðrar flokkar, tí vit vita ongantíð um vit hava seks ella sjey atkvøður, sigur Aksel V. Johannesen.

 

 

Les eisini: Kristin: Eg havi verið loyalur fyri samgonguni 

 

 

Tískil hevur hann nú tikið hesa avgerð saman við starvsnevndini í flokkinum. Støðan á Tvøroyri hevur eisini verið trupul, sigur floksformaðurin, og hóast bæði støðan á Tvøroyri og atkvøðugreiðslan um misálit á Rigmor Dam eru fesk dømi um innanhýsis ósemjur í løgmansflokkinum, so sigur løgmaður, at einki einstakt mál er orsøk til hesa støðutakan, men meira heildin seinastu mánaðirnar.