Hava givið sær sjálvum møguleikan at yvirliva (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við fótbóltsspælaran Trónd Arge, ið saman við liðfeløgunum í Giza Hoyvík vann 2-0 á Suðringum

Giza Hoyvík er nú tvey stig frá bjargingini í 1. deild. Við málum hjá Leivi Holm Joensen og Tór av Skarði tíðliga í seinna hálvleiki vann Giza Hoyvík 2-0 á Suðringum.

 

Giza Hoyvík hevur 23 stig. Tvey stig eru upp til B71 sum tapti 1-2 ímóti NSÍ á heimavølli í dag. Um B68 vinnur á Skála hevur Skála eisini 25 stig, og so er lagt upp til eitt rimmar botnbrak millum Skála og Giza Hoyvík á Skála um átta dagar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við fótbóltsspælaran Trónd Arge aftaná hann og liðfelagarnir í Giza Hoyvík høvdu vunnið 2-0 á Suðringum.

 

Tróndur Arge er fegin um tey trý stigini, men harmast um, at Giza Hoyvík brendi alt ov nógvar málmøguleikar. Men Tróndur staðfestir, at teir í Giza Hoyvík hava givið sær sjálvum ein møguleika at yvirliva í deildini, og nú ræður um hjá Giza Hoyvík at taka av. Fyrsta stigið á leiðini er at vinna á Skála um átta dagar.