Nýggjárshaldið í Vágum verður eitt sindur grønari í ár, enn tað hevur verið. Á umhvørvisvikuni, ið Vága kommuna í summar, varð uppskot lagt fram um, at brenna tálg í blikkum á nýggjárinum, ístaðin fyri olju. Uppskotið hevur sín uppruna í Kvívík, og endamálið er at minka um umhvørvisdálkingingina, sum oljan elvir til.
Kommunan samtykti at lata 15.000 krónur til verkætlanina, og gav eisini loyvi til at nýta ein part av Trolhúsinum til endamálið.
Av tí at hetta var fyrsta royndin, var málið í fyrsta umfari at gera 400 blikk. Tá heystið kom, gjørdi Tálgaverk, sum tey kalla verkætlanina, hølið klárt og so vórðu fólk boðin til tálgaverkstovu nøkur kvøld um vikuna.
Men sum tað leið við flettingini, gjørdist skjótt greitt, at tað var nokk av tálg til væl fleiri enn 400 blikk, tí sera nógv tálg bleiv latin inn. Tilsamans vórðu yvir 800 kilo av tálg latin inn. Øll tálgin varð malin og síðan fryst í flamingokassar.
Annað stig var, at gera blikkini klár, tað var at um at seta hol í blikk, og gera veikir av bummulsklútum. Veikirnir, vórðu síðan dyppaðir í tálg og festir við jarntráði í blikkini. Øll tálgin varð smeltað í stórari gassgrýtu og síðan latin niður í blikkini.
Fyrireikararnir siga, at tey fleiri royndir vórðu gjørdar at brenna tálgablikk og úrslitið var, at tey brenna sera væl. Og tilsamans eru nú 1.015 blikk gjørd á tálgaverkstovuni og tey fara so at lýsa nýggjársaftan upp.
Blikkini verða býtt ímillum bygdirnar, og hetta er umleið helvtin av blikkunum, sum vanliga verða sett upp á nýggjárinum. Tálgablikkini verða sett upp mitt í bygdunum, á miðstaraøkjunum, og har sum nógv fólk vanliga eru.
– At helvtin av blikkunum kunnu skiftast út við tálgablikk, ger stóran mun, og er eitt stórt stig á grønu leiðini siga fyrireikararnir. Og at tálgin er gagnnýtt ger eisini góðan mun á bingjuplássinum hjá IRF, har væl minni av burturkasti er.
Teirra vón er, at hetta kann geva fólki íblástur til at royna tað sama, tí blikkini brenna væl, samstundis sum at tey dálka nógv minni enn olja.