Partafelagð Ognir, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur, hevur keypt Hotel Føroyar frá Smyril Line. Felagið hevur leigað hotellið út aftur til gomlu eigararnar at reka. Forstjórin í Tryggingarfelagnum heldur, at felagið hevur gjørt ein góðan handil.
Enn einaferð hevur Hotel Føroyar skift eigara. Hesaferð, var tað Smyril Line, sum seldi, og beint eftir søluna leigaði hotellið aftur frá nýggju eigarunum, sum er eitt felag, sum Trygggingarfelagið Føroyar eigur, alt sum tað er.
Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum, sigur, at hann metir, at Tryggingarfelagið hevur gjørt ein góðan handil. Hann vil ikki upplýsa neyva keypsprísin, men váttar, at hann liggur um tær 60 milliónirnar, sum nevndar hava verið.
?Hetta merkir ikki, at eg nú skal vera hotelstjóri, sigur Gunnar í Liða. Raksturin av hotellinum fer at halda fram óbroyttur, sigur hann, tí Partafelagið Ognir hevur longu leigað hotellið út aftur til teirra, sum fyrr áttu tað. Nevniliga eitt felag hjá Smyril Line.
Forstjórin í Tryggingarfeagnum heldur ikki, at ein keypsprísur upp á 60 milliónir er ov høgur fyri Hotel Føroyar og vallaraheimið, sum er granni hjá hotellinum, í einum samlaðum handli.
?Vit hava kannað rakstartølini hjá hotellinum og vallaraheiminum, og vit halda okkum hava gjørt eina forrætning, har vit fáa góða rentu aftur fyri pengarnar. Hotellið hevur verið væl rikið og hevur havt góð úrslit seinnu árini, og tað vænta vit eisini í framtíðini sigur hann.
Gunnar í Liða sigur seg hava ta fatan, at Tryggingarfelagið Føroyar var ikki einsamalt at vísa áhuga fyri Hotel Føroyum. Onkur annar lá eisini framvið, sigur hann seg hava frænir av, men vil ikki siga nakað um, hvør tað hevur verið.
Hann vísir aftur, at handilin av Hotel Føroyum skal hava verið ein pappírsflyting av virðum hjá Smyril Line til ein av stóru partaeigarunum í felagnum fyri tann vegin at bøta um tølini hjá Smyril Line, sum soleiðis kundi ganga krøvunum hjá fíggingarstovninum, sum fíggjar Norrönu, á møti.
?Tað er einki odiøst í hesum handlinum, staðfestir Gunnar í Liða. Her er talan um reinar »menniskjapengar«.
?Men tað er einki dulsmál, at Smyril Line varð noytt at selja hotellið fyri at bjarga Norrönu, váttar hann.