Nýggi Smyril
Nú hava føroyskir myndugleikar og skipasmiðjan, sum byggir nýggja Smyril, gjørt eina endaliga avtalu um, hvussu nýggi Smyril skal byggjast liðugur.
Nýggi Smyril er seinkaður so nógv, at sáttmálin um byggingina gongur út á Ólavsøku í ár og tá høvdu føroyingar rætt til at siga sáttmálan upp.
Men føroyingar vilja fegnir hava skipið og spaniólar vilja fegnir byggja hann lidnan.
Tí er neyðugt at gera ískoytissáttmála um restina av byggitíðini, tí skipið verður ikki liðugt fyrrenn í oktober.
? Av tí, at skipið er so nógv seinkað, hava vit havt stórar eykaútreiðslur abv byggieftirlitið og av at hava gamla Smyril siglandi og tað fáa vit endurgjald fyri, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Hann vil ikki í smálutir við avtaluni við sponsku skipasmiðjuna, men hann sigur, at endaligi kostnaðurin verður innanfyri teir karmar, sum løgtingið setti við einum byggikostnaði upp á beint omanfyri 300 milliónir krónur.
? Alt í alt hava vit gjørt eina avtalu, sum báðir partar eru nøgdir við og tá ið skipið so er liðugt, verður endaliga fíggjarliga roknistykkið gjørt upp.
Ætla at levera Smyril fyrr
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at 15. oktober er framvegis ásettur sum dagurin, har nýggi Smyril skal handast føroyingum.
? Men leiðslan á sponsku skipasmiðjuni sigur, at teir miðja eftir at kunna handa hann fyri 15. oktober og fyribils eru teir 14 dagar frammanfyri tíðarætlanina, sigur Kristian Davidsen.
Í øllum førum heldur hann, at tíðarætlanin, sum sigur, at hann skal handast 15. oktober, er ein rættiliga væl undirbygt tíðarætlan.
Annars sigur hann, at byggingin gongur væl og allir høvuðsmotorarnir eru royndir, eins og skrúvuaksilin og tað gekk alt væl.
Fyrst í Juli skal nýggi Smyril flytast yvir á Porto Real, har hann skal í turrdokk og har verður hann so málaður. Síðst í august skal hann royndartúr.
Sær bjart út
Eisini Jógvan við Keldu er sera vælnøgdur við nýggju avtalu. Sjálvur hevur landsstýrismaðurin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd aftur á byggingina, eftir at ruðuleiki og óvissa hevði valdað um nýggja Smyril í fleiri mánaðir, tá ið arbeiðsfólkið fór í verkfall og vandi var fyri, at skipasmiðjan læt aftur.
? Tá fingu vit fatur á ovasta stjóranum fyri alt skipasmiðjusamtakið, sum eigur skipasmiðjuna, har Smyril verður bygdur og vit fingu eisini fatur á stjóranum fyri tann grunnin í Spania ið svarar til okkara Framtaksgrunn og sum eigur Skipasmiðjusamtakið.
? Síðani er heilt annað lag komið á alt projektið og nú sær bjart út av álvara, sigur Jògvan við Keldu.
Hann sigur, at hendir onki óvæntað, hevur hann góðar vónir um at fáa nýggja Smyril til landið fyri tíðarætlanina, sum er 15. oktober, sum spanska skipasmiðjan sigur er tað allarseinasta, at hann verður liðugur.